140x140

Týningarevni

 

Her eru nøkur hyggjuráð um, hvussu tú kanst sleppa undan at nýta týningarevni, pesticid, í urtagarðinum.
 

Týningarevni er felagsheiti fyri eina røð av kemiskum evnum, sum hava tað til felag, at tey kunna týna – drepa – óynsktar livandi verur; ókrútstýnari (herbicid), skordýratýnari (insekticid) og soppatýnari (fungicid). Verða týningarevni nýtt í urtagarðinum, mást tú tí geva gætur, at hesi ikki altíð einans drepa skaðadjór og ókrút. Hetta merkir, at vandi er fyri, at djór og plantur, sum eru til gagns í urtagarðinum, eisini kunnu verða týnd.

Týningarevni innihalda eiturevni, og skulu tí nýtast við umhugsni. Summi týningarevni vera seint niðurbrotin, og kunnu sostatt elva til stórt árin á umhvørvið. So hví ikki nýta tær loysnir, ið náttúran sjálv bjóðar fram? Her eru nøkur góð hugskot til ein urtagarð uttan týningarevni.
 

Hyggjuráð tá tú basir ókrúti uttan týningarevni

  • Náttúran roynir aloftast at sleppa undan naknari jørð (t.v.s. eitt nú berari mold uttan vøkstur) fyri at verja móti útarman og burturmáan. Finn tí vøksturin, ið tær dámar. 
  • Nýt tí t.d. botndekkiplantur til at fjala moldina í beðunum. Tær skugga fyri sólini, so lokið/ókrútið ikki nælir eins lættliga. Botndekkiplanturnar skulu setast tætt.  
  • Breið eitt jaður á umleið 1 – 2“ (2,5 – 5 cm) av stroyggi yvir beðið (stroyggj = DK træflis). Ver varin, at tú ikki breiðir ov tjúkt, tí so gerst jørðin niðriundir ov køld og vát, soleiðis at nyttuvøksturin fær ampa av hesum. Stroyggið ger, at færri ókrútsplantur næla, og at lokið aloftast verður lættari at loysa.
  • Byrja at lúka tíðliga á sumri, áðrenn lokið hevur fingið fastatøkur. Legg teg eftir at taka ókrútið, áðrenn tað nær at fræa.
  • Fleirára lok er lættast at basa, um ein grevur røturnar upp, og harumframt javnan er eftir tí.
  • Nýt t.d. ein harðan kust ella spískan spaða at taka spírar av ókrúti millum flísar.
  • Í leysari jørð, eru røturnar lættari at loysa.
  • Nýt lúkijarn, har umstøður (pláss og slag av loki) eru fyri tí.

 

Soleiðis basir tú skaðadjór uttan týningarevni

  • Planta ymisk sløg av plantum saman, so tær fáa gagn av hvørji aðrari (kryddurtir draga ofta gagnlig skordýr at sær, sum kunnu basa blaðlúsum). 
  • Set ikki sama ávøkstur á sama stað ár um ár (harvið kann sleppast undan mongum plantusjúkum og t.d. ójavnvág í tæðustøðuni, umframt at avgrøðin aloftast verður betri).
  • Ger nakað við álopið á plantuna so skjótt sum til ber. Ein saksur kann fyribyrgja mangar trupulleikar, sum til dømis við at taka eina sjúka grein ella sjúkt blað áðrenn smitta spjaðist.
  • Blaðlús kunnu ofta spulast burtur.
  • Ansa væl eftir gagnligu djórunum í urtagarðinum.
  • Halt væl av smáfugli í garðinum, teir gera góðan mun at basa ymsum skordýrum.
  • Nýggjar kanningar vísa, at plágan av morsnigli ikki er hin sama, um sokallaði leopardsnigilin eisini er í økinum; tí hesin seinni er við til at týna hin fyrra. 

Góð ráð, um tú kortini velur at nýta týningarevni

  • Les vegleiðingina, sum er á ella fylgir við týningarevninum, væl og virðiliga, áðrenn tú nýtir evnið – har stendur væl lýst m.a. um:
    • Móti hvørjum skaðavoldarum, ið evnið kann nýtast,
    • Hvussu evnið skal nýtast, hvussu stórar nøgdir skulu nýtast (gevið serliga gætur um nøgd av virknum evni pr. m2),
    • Hvussu stórt árin evnið hevur, og
    • Hvørji atlit (ikki minst at verja ein sjálvan) skulu takast við nýtslu av evninum.
  • Somuleiðis er av alstórum týdningi at kunna seg við tíðarbilið, ið má til, áðrenn ein sær ein møguligan virknað av týningarevninum. Eisini er týdningarmikið at virða afturhaldstíðina (tíðarbilið frá viðgerð, til ráðiligt er at eta/nýta avgrøðina), um ein sovorðin er ásett.
  • Gevið gætur: evnið skal einans nýtast til tað endamál, og í teimum nøgdum, sum stendur í vegleiðingini. 
  • Ofta skulu heilt smáar mongdir nýtast, so ansa eftir yvirskamtan.
  • Keyp í mest møguligan mun evni, sum eru blandað frammanundan. Harvið sleppur tú undan at handfara sterk ótynt evni.
  • Goym altíð evnið á einum tryggum stað, har sum børn ikki sleppa at.
  • Vaska hendurnar aftaná nýtslu.
  • Um nakað av evninum er eftir í ílatinum aftaná nýtslu, má tað undir ongum umstøðum fyllast í eitt annað ílat.

 

Dømi um dálkandi kemisk evni í týningarevnum

  • Ein sera vanligur ókrútstýnari gongur undir handilsnavninum Roundup ella Glyphosat. Virkna eiturevnið er isopropylamin salt. Glyphosat er eitt sokallað systemiskt herbicid, t.v.s. at virkna evnið skal takast upp í plantuni og har gera síni evnafrøðiligu árin, soleiðis at plantan, tá ein tíð er umliðin, at endanum følnar og doyr. Roundup ella Glyphosat týna nærum allan plantuvøkstur. Fleiri og fleiri ávaringar koma nú fram um óheppin umhvørvisárin av Roundup/Glyphosat.
  • Ein nógv nýttur skordýratýnari nú á døgum gongur undir handilsnavninum SumiAlpha. Virkna eiturevnið er esfenvalerat – eitt syntetiskt pyrethroid. Pyrethroid eru helst mest nýttu evnini í skordýratýnarum nú á døgum. Tey sigast at vera óskaðilig fyri flestu súgdjór, men eru m.a. eitrandi fyri fisk í vøtnum og áum. 
  • Ein nógv nýttur soppatýnari er Amistar (virkna eiturevnið er azoxystrobin - upprunaliga funnið í náttúruni, men nú eftirgjørt). Amistar er virkið mótvegis mongum ymiskum soppasjúkum, eitt nú mjøldøgg. Evnisbólkurin sigst vera óskaðiligur fyri flestu súgdjór, men er m.a. eitrandi fyri lívið í áum og vøtnum. 

 

Hvussu finni eg loysn á mínum trupulleikum:

Hvørji týningarevni kunnu brúkast?

Tíverri eru ongar ásetingar í føroyskari lóggávu um nýtslu av týningarevnum. Grannalond okkara hava reglur fyri, hvørji týningarevni kunnu brúkast og hvørji ikki. Umhvørvisstovan mælir til, einans at brúka týningarevni, sum hava norðurlendska myndugleikagóðkenning.


Burturbeining 

Gevið gætur, hvussu ílatið skal burturbeinast. Flestu íløt til týningarevni mugu avgjørt ikki koyrast í vanliga ruskílatið. Merkingin av vøruni veitir upplýsingar um, hvussu ávikavist týningarevnið sjálvt og ílatið skulu burturbeinast. Er evnið ella ílatið flokkað sum serliga dálkandi/vandamikið burturkast, skal burturbeiningin fara fram í serligu skipanunum til serliga dálkandi burturkast/vandamikið burturkast. Les meira um serliga dálkandi burturkast her. 

 

Les hvat onnur skriva 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Týningarevni